- Tað er eitt stórt bakkast fyri okkum, at Tølthøllin í Havnardali er farin í storminum.
Tað staðfestir David Nordendal.
Hann er formaður í felagnum Føroyskt Íslandsrossafelag.
Felagið átti stóru Tølthøllina í Havnardali, men í storminum í morgun fekk hon ógvuliga stóran skaða.
Enn hevur formaðurin ikki heilt yvirlit yvir, hvussu stórur skaðin er.
Men tað er í øllum førum greitt, at hann er so mikið stórur, at alt virksemið hjá felagnum í hesum kappinarárinum fer fyri skeytið.
- Okkara kappingarár gongur frá oktober til í juli, ella har á leið, og vit hava ongar vónir um at kunna taka høllina í brúk aftur fyrrenn næsta ár, tí hetta tekur í øllum førum nakrar mánaðir at gera aftur.
Samstundis fer hetta at krevja eitt stórt arbeiðið at limunum í felagnum.
Felagið stríddust væði hart og leinki fyri at fáa høllina, so bakkastið er ógvuliga stórt, ásannar hann.
Tað góða er kortini, at høllin er tryggjað, so nú verður farið í samskifti við tryggingina um umvælingina.
Sum tað sæst á myndini, sær høllin ikki tespulig út.
Síggj fleiri myndir frá sorlaðu Tølthøllini við at TRÝSTA HER
|