Allur heimurin hittist til kamping

Selatrað: Seinastu fimm árini hava føroyingar og útlendingar brúkt møguleikan at kampera á havnarlagnum í hugnaligu bygdini.

Her hevur selatraðmaðurin, Jákup Weihe skipað eitt lítið, men kortini hugnaligt og væl útgjørt kampingspláss, og sum eisini er væl umtókt millum tey vitjandi.

Tá ein í hesum føri tosar um vitjanir, so er tað í flestu førum talan um fólk við kampingvognum, húsbilum og við tjaldi. Men fleiri velja eisini at steðga á, meðan tey eru á ferð kring oyggjarnar við stuttleikabátum sínum.

- Tað eru sjálvandi flest føroyingar, ið koma higar. Men vit hava eisini havt vitjanir úr nógvum londum í Europa og úr Australia og USA, greiðir Jákup frá.

Á kampingplássinum er alt tað ið krevst til eitt slíkt stað, streymur og ein kiosk við ávísum vørum.