Allur framburður hevur sín prís

- Eg fari at sakna løturnar og góðu prátini umborð í Teistanum, samstundis sum eg gleðist um allar teir fyrimunir, sum nú verða, sigur Poul Jákup Thomsen.

Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin er ein veruleiki?

- Tað er ein góð kensla, sigur Poul Jákup Thomsen, sum hevur bygt sær nýggj hús í Skálavík.

Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna? 

- Eg eri sannførdur um, at tað eru flest fyrimunir við tunlinum, eitt nú tryggari samband, ongar avmarkingar, eingin bílegging, einki rull, eingin rampa og eingin avlýsing vegna veður.

Hann leggur aftrat, at her verður einki portur og ongar rampur, sum kunnu forða tær at sleppa inn á meginøkið – ella sleppa heimaftur, hóast klokkan er 23.05. 

- Eg fari at sleppa av við nógva spillitíð í kø og í Havn, meðan bíðað verður eftir farti. Tað verður lættari at vitja børnini og lættari hjá teimum og øðrum at vitja okkum.  

Poul Jákup Thomsen vísir á, at tey, sum ganga í skúla í Havn, Vinnuháskúla, Glasir, sjúkrasystraskúla ella eru í læru og ymiskt annað, fara nú at kunna búgva heima í Sandoynni og spara pengar. 

- Tað verður munandi lættari hjá øllum teimum, sum arbeiða norðanfyri, at sleppa aftur og fram.

Hann sigur seg eisini vera sannførdan um, at fólkatalið í Sandoynni fer at veksa, og helst verða 200 fólk fleiri í oynni um 10 ár.

- Tunnilin fer eisini at gera tað munandi lættari at sleppa við til mongu mentanartiltøkini í høvuðsstaðnum og aðrastaðni. Atgongdin til tænasturnar norðanfyri, sum eitt nú sjúkrahús, serlæknar, uppvenjing, tannlækna og ymiskt annað, verður nógv høgligari.

Poul Jákup Thomsen ásannar, at fyrimunirnir verða nógvir fyri tey, sum hava nógv virksemi norðanfyri.

Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum, sum nú verður?

- Einki er bara gott, so onkrir vansar verða. Vit fara at missa okkurt. Nú vit hava fingið fast samband, ber ikki longur til at vita á midnátt, um tey ungu eru í Skopun ella á Viðareiði. Men, soleiðis er við framburði. Hann hevur sín prís, antin talan er um vindmyllur, fyribyrging ella undirsjóvartunlar.

Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð? 

- Eg sjálvur havi havt tað gott umborð í Teistanum, sum er eitt gott og trygt skip. Havi havt mangar skemtiligar løtur, eins og álvarsamar samrøður, og eg havi altíð havt okkurt við at lesa, um eg ikki fekk eitt gott prát umborð. 

Poul Jákup Thomsen sigur, at hann fer at sakna løturnar umborð, samstundis sum hann gleðist um allar fyrimunirnar, sum nú koma.