Fiskivinna
Nú fleiri virkir eru stongd vegna summarfrí, liggja nógv skip, onnur selja veiðina til tey virkir, sum eru opin, og í triðja lagi fer fiskurin av landinum.
Á Fofish í Saltangará, sigur Leif Høj, at Munkur og Skúgvur í løtuni eru í Hanstholm og selja. Teir høvdu 2100 kassar av upsa, og líkindi vóru til eina hampiliga sølu, tí ídnaðarfrítíðin í Danmark verður ikki liðug fyrr enn mánadagin komandi.
Hann vísir tó á, at vit skulu aftur til mánaðarskiftið juni/juli, tá ið Fofish sendi seinastu upsaskipini á útlendska marknaðin.
Felagið selir eisini veiðina hjá Sæborg, Sjóborg og Fríðborg, sum fiska á landleiðini.
Leif vísir á, at Sæborg landar á Beta í Saltangará í dag, og Fríðborg og Sjóborg landa hjá Snodd á Toftum.
- Hesin fiskurin fer allur ísaður av landinum, sigur Leif hann.
Hann sigur, at prísurin á tungu og reyðsprøku hevur verið stabilur og góður. Tungan fer fyri einar 20 og reyðsprøka fyri einar 23-24 krónur fyri kg., og tað er góður prísur.
- Fór hesin fiskurin ikki av landinum, stóð hann eftir á gólvinum, tí eingin arbeiðir tungu og reyðsprøku í Føroyum, sigur Leif.
Safir og Smaragd høvdu góðan túr
Gorpur og Skrápur landaðu eisini á Beta fyrr í vikuni, og her keypri virkið, Palm Seafood í Vági, allan fiskin, stívliga 200.000 pund.
Safir og Smaragd og Jaspis og Ametyst hava eisini landað í vikuni. Fyrrnevndu høvdu ein góðan túr; teir royndu í fýra dagar og fingu 260.000 pund, sum teir landaðu hjá Snodd á Toftum. Jaspis og Ametyst høvdu 120.000 pund; teir løgdu veiðina upp til Fiskaviking í Saltangará.
Í dag fara Fiskavirking í Saltangará, Vaðhorn á Strondum og Fiskavirkið í Gøtu í summarfrí. Hinvegin letur Fiskavirking í Vestmanna uppaftur eftir ólavsøku og Fiskavirking í Miðvági eina viku seinni.
- Tá ið vikan eftir ólavsøku er farin fram við, vænta vit, at alt fer at stabilisera seg aftur, sigur Leif Høj á Fofish í Saltangará.