Allur fiskur skal um føroyskan kaikant

Allur fiskur eigur at landast um føroyskan keikant fyri at skapa virðis¬øking í vinnuni.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður Sambandsfloksins.

Flokkurin hevur landsfund í Fámjin í morgun og har staðfesti løgmaður, at

Treytin ein treyt fyri at fáa brúksrætt til fiskatilfeingi í framtíðini, verður at allur “matur” verður tikin til lands.

Endamálið við hesum er at stuðla uppundir okkara yvirskipaðum strategisku ætlan, um at okkara matvøruvirki innan fisk og laks, fáa nóg mikið av rávøru til høldar.

Hetta skapar arbeiðspláss, búskaparvøkstur og har¬umframt eitt breiðkað inntøkugrundarlag.

Hann leggur dent á, at her hugsar hann ikki bara um fiskiskapin eftir botnfiski, men eisini um frystan fisk úr Barentshavinum og allan annan fisk, sum verður fiskaður við føroyskum loyvum.

Hinvegin kemur løgmaður í hesum sambandi ikki inn á spurningin um fiskurin skal umvegis uppboðssøluna, tí tað er ein annar spurningur, sigur hann.

Hinvegin heldur hann, at tað kann verða torført at tvinga reiðarar at selja fisk umvegis eina ávísa skipan.