Allur dúkurin reyk av bygninginum hjá Care On Sea

- Meginparturin av bjálvaða dúkinum liggur nú í Hósvík, sigur Sørin Svenning Danielsen, sum vónar, at alt stendur uppi aftur um einar tveir mánaðir.

Í herviliga illveðrinum næst síðstu nátt fór allur tjalddúkurin av nýggja bygninginum hjá bátavirkinum, Care On Sea, í Hvalvík.

 

Hetta var ein bjálvaður dúkur, sum verður brúktur til slíkar konstruktiónir í Føroyum og aðrastaðni og sum tolir nógvan vind.

 

- Dúkurin er bjálvaður við 10 sentimetrum av rockwool, sum ger, at lítið og einki hoyrist, tá eitt nú grovur heglingsælingur er.

 

Sørin Svenning Danielsen, sum eigur Care On Sea, sigur, at nakrir bátar stóðu inni í bygninginum, tá allur tjalddúkurin varð rivin av.

 

Men, tíbetur er ikki talan um stórar skaðar.

 

- Onkrir smávegis skaðar eru á bátar, og konstruktónin hevur eisini fingið onkrar løstir, men talan er meira um smávegis skaðar.

 

Hann sigur, at bygningurin hjá Care On Sea í Hvalvík er 600 fermetrar stórur, og bygningurin er tryggjaður.

 

- Um alt gongur væl, havi eg vónir um, at neyðugar umvælingar eru gjørdar, og nýggjur dúkur liggur á aftur um einar tveir mánaðir ella so.

 

Sørin Svenning Danielsen er ikki dapurskygdur, nú alt fór í luftina, og meginparturin av tjalddúkinum liggur í Hósvík.

 

##med2##

 

- Hetta er ikki nøkur skandala. Tað kundi verið so nógv, sum var verri. Hetta er materielt, og tað eru møguleikar fyri hesum.

 

Hann vísir á, at tá alt verður klárt til uppafturbygging, og nýggjur dúkur er komin heim, tekur tað einar tríggjar dagar at leggja nýggjan dúk á.

 

- Nú hava vit gjørt hetta einaferð áður, og vit vita, hvussu hetta skal gerast. So, hetta síggi eg ikki svart upp á, sigur Sørin Svenning Danielsen.