Allur bati bøtir

Í samband við vegaføringina í Leirvík er hetta ein staðilig áheitan á myndugleikarnar um, at íbindingin í Víkavegin í nýggja landsvegin verður varðveitt og at myndugleikarnir vilja tryggjað, at teir gera tað, sum er neyðugt, so at bygdin og umhvørvið ikki verður oyðilagt av vegaføringini gjøgnum Leirvík.

Vit eru framvegis mong, sum eru samd um, at vegaføringin gjøgnum Leirvík er ein sera vánalig loysn, bæði fyri bilførarar og fyri okkum, sum búgva og skulu virka á staðnum. Men hóast tað, er tað okkara skylda at fáa eina so skilagóða loysn sum til ber. Við einum góðum vilja og samstarvi frá øllum pørtum, kundu vit bøtt nakað um støðuna, sum annars er út av lagi vánalig.

Sum vegaføringin sær út nú, skal vegurin gjøgnum Leirvík gerast til eina yvirhálingsbreyt burturav. Hóast fleiri áheitanir frá kommununi, hevur Landsverk noktað at varðveita íbindingina sunnan fyri bygdina, sjálvt um íbindingin kundi bøtt um hesa vegaloysnina. Við at varðveita íbindingina í Víkavegin verður bygdin spard fyri ferðsluna, sum kemur úr Norðoyatunlinum og sum fer út á Vík, og ovari partur av bygdini hevði verið spard fyri tungu ferðsluni, sum kemur úr Leirvíkartunlinum og sum í løtuni fer gjøgnum bygdina út á Vík. Men við ongari íbinding sunnan fyri bygdina, kemur hvør einasti lastbilur og trailari úr Norðoyatunlinum at koyra heilar fýra ferðir gjøgnum Leirvík, tí at bilarnir fyrst skulu koyra inn eftir nýggja landsvegnum gjøgnum alla bygdina og síðan út eftir ovara vegnum, út á Vík og sama veg avstað aftur.

At landsvegurin verður lagdur eftir verandi bygdarvegi niðri í bygdini, at meginparturin av verandi íbindingum fram við vegnum verða kvettar av og at bert einvegis ferðsla verður á fleiri strekkjum í bygdini, fer at føra við sær, at ferðslumynstrið í bygdini kemur at broytast munandi og fer at økja um ferðsluna í bygdini. Íbindingin sunnan fyri bygdina hevði lætt um ferðsluna og bøtt um ferðslutrygdina í bygdini.

Eg heiti tí staðiliga á Landsverk, landstýrið og løgtingið og tykkum øll, sum varða av vegaføringini, um at ganga áheitanini frá leirvíkingum og býráðnum á møti og gera íbindingina sunnan fyri bygdina og at gera vegin á ein hátt, sum tekur fult atlit til bygdina, trygdina og umhvørvið. Á henda hátt høvdu tit samstundis víst tykkara góða vilja, og hevði hetta vónandi verið eitt plástur á sárið.

Verður eingin skilagóð loysn funnin á vegnum gjøgnum bygdina nú, má onnur og betri loysn finnast sum skjótast á vegaføringini í Leirvík.