Allir vinnarar fingið heiðurstekin

Tað gjørdist eitt sindur drúgt hjá serliga teimum ungu at bíða eftir heiðursteknunum, men so var tað so mikið meira søtt, tá tey so fingu tey.

 

Tað var deilt upp í fleiri aldursbólkar, og summi vóru als ikki klár yvir, at tey høvdu vunnið.

 

Tað var deilt upp í undir sjey ár fyri gentur og dreingir, undir tíggju ár og undir 13 ár. Nummar eitt, tvey og trý fingu øll heiðurstekin, tó at sigast má, at tað ikki í øllum aldursbólkum vóru tríggir luttakarar.

 

Unglingar vóru við teimum, ið runnu niðan á oynna, og har vóru umframt unglingar eisini opin bólkur, veteranar og superveteranar.

 

Opna bólkin vann Regin Thomsen, Mikkjal Holm gjørdist nummar tvey og Hanus Pál Thomsen gjørdist nummar trý.

 

Og so mundi tað frøa nólsoyingar, at sjálvur borgarstjórin tók lut í renningni niðan á Oyggjarmúla, ein teinur, ið er ógvuliga tungur síðstu metrarnar, tá tað er mest sum steyrrætt at koma niðan á.

 

- Eg føldi, at eg orkaði væl, men eg fekk ikki luft. Annars var tað fínt, og eg haldi, at tað var ógvuliga stuttligt hjá serliga børnunum at fáa heiðurstekin, sigur ein vælnøgdur Heðin Mortensen, sum kemur aftur til Nólsoyar í morgin, tá hann skal seta stevnuna.