Allir vilja hava Rósu – uttan sambandið

- Eg veit, at eg kann geva nakað til landspolitikkin. Men tað er hóast alt ikki meg, ið alt snýr seg um, sigur borgarstjórin í Sandavági og forkvinnan í Kommunufelagnum, Rósa Samuelsen, sum eisini ynskir at gera sína ávirkan galdandi á løgtingi.

Sandavágur: - Eg haldi meg hava eina rættiliga góða føling av, hvat ið haltar í samfelagnum. Og hetta vil eg fegin gera nakað við, sigur Rósa.

Hóast hon er vald í Demokratia fyri Sambandsflokkin, er ikki líkt til, at hennara egna lokala valfelag er áhugað í hennara atkvøðum.

Sum víst er á í aðrari grein á síðuni, telist hon ikki millum valevnini til løgtingsvalið í næsta mánaði. Flokkurin avgjørdi at stilla tveir mans upp.

Eftir hvat skilst, er tað Marjus Dam, ið óttast kappingina frá Rósu Samuelsen um sessin í løgtinginum.

- Eg taki sjálvandi úrslitið til eftirtektar. Hinvegin er tað ikki mín persón, sum alt snýr seg um, men um tað sum eg kann geva frá mær, staðfestir Rósa.

Hesa seinastu tíðina hevur hon annars fingið fleiri fyrispurningar frá flokkum, sum ynskja hana at stilla upp fyri seg. Serliga í gjár stóð telefonin hjá henni ikki still.


Telefon frá løgmanni

Í eini grein á Portalinum seinnapartin í gjár varð nevnt um uppstillingina hjá Sambandsflokkinum í Vágum. Heitið á tíðindastubbanum var “Marjus við – men ikki Rósa”.

Eftir at fólk høvdu lisið henda stubban byrjaðu fólk úr Vágum og kring alt landið at ringja til Rósu. Í flestu førum var ynskið at fáa hana stilla upp fyri júst teirra flokk.

- Eg hevði annars sett mær seinnapartin av at baka til jóla, men tíð varð snøgt sagt ikki til tað, so ofta sum telefonin ringdi, greiðir Rósa frá.

- Fólk úr flestu flokkum á tingi hava ringt til mín. Millum hesi taldist Kári P. Højgaard og sjálvt løgmaður Jóannes Ejdesgaard!

Í løtuni stendur hon í teirri støðuni at hon skal taka eina týðandi avgerð: Hvønn flokk ynski eg stilla upp fyri?

- Hetta verður ikki ein forhastað avgerð. Eg má hugsa meg væl um, sigur Rósa við Sosialin.


Ávirkan á tingini

Bæði áðrenn Demokratia varð stovnað og ikki minst síðani, er gjørt eitt stórt arbeiði at gera kvinnur tilvitaðar um sína ábyrgd og møguleika á tí politiska leikvøllinum.

Í hesum arbeiði hevur Rósa Samuelsen eisini gjørt sína ávirkan galdandi, eftir at júst Sambandsflokkurin valdi hana sum sítt umboð í Demokratia. Hon hevur verið virkin í kommunalpolitikki, bæði lokalt og á landsplani, og metir seg hava nógv at geva landspolitikkinum eisini.

- Eg eri greið um, hvar og hvussu ein kann fáa ávirkan á tingini. Fór eg uppí landspolitikk hevði tað bara verið ein víðari útvikling av tí arbeiði, sum eg longu eru í, slær Rósa fast.

Við fólkatingsvalið í november fekk hon 102 atkvøður atkvøður.

Men nú bendir alt á, at hon ikki verður á listanum yvir sambandsvalevnir til løgtingsvalið!








Marjus og Eivin umboða Vágar



Hesa vikuna hava teir báðir flokkarnir, sum hava tingmenn úr Vágum, havt uppstillingarfundir sínar. Í báðum førum verða bara menn uppstillaðir.





Vágoy: Fyrr í vikuni kunngjørdi fólkaflokkurin at teir stilla upp floksformannin, Jørgen Niclasen úr Sørvági og Jóannes Nielsen úr Sandavági.

Á fundi í sambandsfelagnum varð avgjørt at stilla tingmannin Marjus Dam úr Miðvági og Eivin Jacobsen úr Sørvági upp.

Í hesum javnstøðutíðum høvdu helst mong bæði væntað og vónað, at sambandsflokkurin fór at stilla borgarstjóran í Sandavági og forkvinnuna í Føroya Kommunufelag, Rósu Samuelsen upp.

Men tað hendi ikki.

- Fundurin samtykti í fyrsta lagi at hava tvey valevni, og í øðrum lagi at stilla teir báðar, Marjus og Eivin upp, sigur fyrrverandi ting- og landsstýrismaðurin í Sambandsflokkinum, Ivan Johannesen við Sosialin.

Hann var sjálvur ein av teimum 18 fólkunum, sum vóru møtt á uppstillingarfundinum.

Rósa sjálv var eisini á fundi, men undirtøka var ikki fyri at hon skuldi uppá listan til løgtingsvalið um ein góðan mánað.


Eitt ella einki

Ein ávísur spenningur var knýttur til fundin, tí tað skiltist frammanundan, at Marjus Dam ivaðist í, um hann skuldi stilla upp aftur ella ikki.

Við heimasíðuna hjá Sørvágs kommunu segði hann mánadagin, at hann hevði umhugsað hetta. Einki varð kortini sagt um orsøkina til henda ivan.

- Men tað vóru fleiri sum heittu á meg um at stilla upp aftur, og tí avgjørdi eg at gera tað, sigur hann við Sosialin.

Persónliga hevur hann als einki ímóti javnstøðu á listanum, soleiðis at eitt kvinnuligt og mannligt valevni vóru á listanum úr Vágum – í hesum føri Marjus sjálvur og Rósa.

Nevndin í felagnum hevði undan fundinum gjørt eitt tilmæli um talið av valevnum úr oynni. Spurningurin var, um tað skuldu vera tvey ella trý, men semja varð um at hava tvey valevni.

- Áðrenn vit gjørdust til eitt valdømi, høvdu vit onkutíð fýra valevni. Men eg eri sannførdur um, at gjørdu vit tað hesaferð, so fingu vit einki sambandsumboð úr oynni, slær Marjus fast.


Frá fýra til tvey

Marjus Dam hevur umboðað Vágoynna á tingi síðani 1998, og hann var tí eitt sjálvsagt valevni til valið.

Á uppstillingarfundinum vórðu trý onnur valevni at velja millum – Gunnar Nattestad, Rósa Samuelsen og Eivin Jacobsen.

Áður hevur ein roynt at hava eitt valevni úr hvørjari av teimum størru bygdunum í oynni, og síðani eitt valevni úr annaðhvørt Bø ella Mykinesi.

- Tá vit atkvøddu millum hesi fýra sum vóru í uppskoti, fingu Marjus og Eivin flestar atkvøður. Og so var tað málið avgreitt, sigur Ivan Johannesen.

Skal ein ganga eftir úrslitinum av Fólkatingsvalinum fyri einum mánaði síðani, og um ein sammetir tað við eitt løgtingsval, hevði Vágoyggin mist sítt sambandsumboð.

Men eitt løgtingsval er kortini øðrvísi enn eitt fólkatingsval.

- Vit fara í øllum førum at gera alt sum gerast kann, fyri at fáa eitt sambandsumboð úr Vágum til nýggja løgtingið, staðfestir Ivan.