Allir verða stjórar

Hvussu leiðslubygnaðurin í Tryggingarfelagnum Føroyar verður í framtíðini er enn ikki greitt. Men fyribils eru stjórin og varastjórin á gamla Tryggingarsambandinum Føroyar, Jens Petur Arge og Bjartur Dalsgarð ávikavist forstjóri og varastjóri í nýggja felagnum. Stjórin á Brunatrygging, Gunnar í Liða og stjórin í Vanlukkutrygging eru báðir eisini stjórar.

Kortini eru uppgávurnar býttar nøkulunda á sama hátt, sum tær higartil hava verið, við tað at Jens Petur Arge røkir uppgávurnar sum forstjóri, Bjartur Dalsgarð uppgávurnar sum varastjóri við ábyrgd fyri m. a. biltryggingunum o. ø. virksemi, sum er í bygninginum á Kongabrúnni.

Mortan Poulsen, sum var stjóri á Vanlukkutrygging fer fyribils at hava ábyrgd fyri vanlukkutryggingunum. Umframt tað hevur Mortan Poulsen eisini marknaðardeildina undir sær. Gunnar í Liða, sum var stjóri á Brunatrygging, fer at hava brunatryggingarnar undir sær.

? Men hesin bygnaður verður seinni broyttur, segði Jens Petur Arge.

Um eitt ár skal uppskot verða klárt um nýggjan leiðslubygna, sum nevndin tá skal taka støðu til