Allir uttan teir í Frem halda fram

Hjá Frem var tað vónbrot, at teir ikki megnaðu at spæla seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini, meðan lagið var gott í Fremad Amager og Horsens, sum bæði vunnu á feløgum í superliguni

DANSKA STEYPAKAPPINGIN


Trý feløg, sum hava føroyingar í mansskapinum, eru framvegis partur av donsku steypakappingini, nú bara átta feløg eru eftir. Tey trý eru FCK, Fremad Amager og AC Horsens.
                      Hjá Fremad Amager var lagið framúr gott mikukvøldið, tá ið teir á heimavøllinum, sum hesa ferð var í Tårnby, høvdu vunnið 3-2 á superligu felagnum FC Nordsjælland.
                      Einki mál varð skorað í 1. hálvleiki. Fremad Amager legði seg framum, men tað sá einki út, tá ið gestirnir eftir lítlari løtu høvdu skorað tvey mál og harvið vóru á odda 2-1. Fýra minuttir undan leikloki javnaði Fremad Amager, og tað restaði ein minuttur, tá ið teir skoraðu til 3-2. Andrew av Fløtum og Hjalgrím Elttør vóru báðir komnir á vøllin, tá ið Fremad Amager skoraði tvey tey síðstu málini. Andrew kom á vøllin, tá ið tað restaðu nítjan minuttir, og støðan var 1-1, og Hjalgrím Elttør varð settur inn, tá ið tað restaðu trettan minuttir, og støðan var 2-1 til gestirnar.
                      Sigurin hjá Johan Byrial Hansen og Horsens var móti uppaftur størri mótstøðuliði, enn sigurin hjá Fremad Amager varð vunnin. Horsens hevði vitjan av AaB, sum í mai mánað tapti steypafinaluna móti FCK. Heimaliðið vann 1-0. Hetta var fyrsta tapið hjá AaB í seks dystum, og teir úr Aalborg søgdu seg iðra seg ógvuliga nógv um tapið.
                      FCK spældi í Parkini móti OB, sum í 2002 vann steypafinaluna móti júst FCK. Mikukvøldið mintust tey undan dystarbyrjan 24 ára gamla mannin, sum sunnudagin doyði, tá ið hann fall tíggju metrar í Parkini. Á vøllinum gekk væl hjá FCK, sum vann 2-1, eftir at tað hevði verið málleyst í steðginum, og eftir at Miti hevði lagt OB framum, tá ið tað restaðu nítjan minuttir. Hjalte Bo Nørregaard javnaði við brotssparki, tá ið tað restaðu fimm minuttir, og innskifti Ole Tobiasen skoraði sigursmálið í 89. minutti.
                      Álvaro Santos og Zuma vóru í FCK álopinum. Men Álvaro noyddist av vøllinum við skaða í lærkrikanum, tá ið eitt lítið korter var farið. Tá kom Peter Møller inn.
                      Hjá Jón Róa Jacobsen og Frem gekk ikki so væl. Ebbe Skovdahl var so mikið braneggjaður upp undir dystin, at hann metti tað ikki vera heilt burturvið at rokna við møguleikanum, at Frem kundi spæla seg í finaluna Kristi Himmalferðardag. Tað verður av ongum. Á heimavølli móti Skjold, sum eisini er í næstbestu deildini, tapti Frem 2-0, eftir at støðan í steðginum hevði verið 1-0. Longu í vikuskiftinum fær Frem nýggjan møguleika móti Skjold. Tá fara hesi bæði feløgini í Keypmannahavn at hittast í landskappingini.
                      Jón Rói Jacobsen var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Undan steðginum var hann í miðverjuni. Beinanvegin eftir steðgin varð hann fluttur í álopið. Í 47. minutti stútaði hann dygst upp um málið, og eina ferð seinni var um reppið, at tað eydnaðist einum viðspælara at spæla føroyingin púra blankan, men ein verjuspælari rakk akkurát at steðga ætlanini.
                      Brøndby er oddalið í landskappingini, og mikukvøldið megnaðu teir í torføra útidystinum í Esbjerg við 1-0 sigri at spæla seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini. Jonas Kamper stútaði einsamalla málið í 1. hálvleiki.
                      FCM vann 4-1 í Herfølge, og talan var eisini um favorittsigur í Køge, har AGF vann 2-1. Gestirnir hildu seg ikki hava spælt tað, sum teir eiga at megna, men teir vóru ikki kroystir, tí Køge minkaði ikki um munin fyrrenn vanliga leiktíðin var um at vera farin.
                      Ølstykke vann longu mikudagin seinnapartin 3-1 á heimavølli móti SønderjyskE. At dysturin varð spældur so mikið tíðliga komst av, at einki ljós er kring vøllin í Ølstykke.
                      Í fjórðingsfinaluni verður spælt soleiðis: Ølstykke-FCM, AC Horsens-AGF, Skjold-Brøndby og Fremad Amager-FCK. Tveir teir fyrru dystirnir eru á skránni 10. november, og tveir teir seinnu eru ásettir at verða spældir 6. mars.