Allir útslidnir í single kappingini

OYL 15: Allir teir føroysku tennis leikararnir eru nú útslidnir í single kappingini í tennis

Single kappingin í tennis hevur aftur í dag verið.

 

Tríggir føroyingar vóru við millum 32 teir bestu, har ein spældi seg víðari til 16 teir bestu. Tað var Pætur M. Dahl, sum vann Ilian Nachev úr Cayman oyggjunum. Sigast skal tó, at Pætur vann dystin uttan dyst.

 

Men Pætur varð útsligin í sekstandapartsfinaluni, tá hann tapti 2-0 móti Scott Parker frá Jersey. Scott Parker var seedaður sum nummar seks í single kappingini.

 

Hinir føroyingarnir sum hava spælt í single kappingini, ruku út í dystunum fyri 32 teir bestu. Hjalti Mohr Jacobsen tapti 2-0 móti Billy Harris frá Isle of Man, sum var seedaður sum nummar tvey áðrenn kappingina, og Nicholas Petersson tapti tepurt 2-1 móti Jack Keyes frá Bermuda.