Allir umsøkjarar vrakaðir

40 umsóknir vóru til stjórastarvið við Stórutjørn. Men sjálvt um felagið aftanfyri ætlanina fyrst í vikuni meldaði út, at øll vóru skikkaði til starvið, hevur felagið kortini valt at »headhunta« ein landsstýrismann til at standa á odda fyri ætlanini

Stórur áhugaði hevur verið fyri stjórastarvinum í felagnum, ið stendur aftanfyri størstu byggiætlanina í Føroyum nakrantíð. Men sjálvt um felagið meldaði út, at allir 40 umsøkjararnir vóru skikkaðir til starvið, so hevur felagið kortini verið úti og headhuntað ein landsstýrismann til starvið.

Tað eydnaðist ikki at fáa nakra viðmerking frá felagnum hjá Jákupi á Dul Jacobsen, áðrenn blaðið fór til prentingar.