Allir tunnlar í Tunnilsfelag Føroya

Uttanflokkamaðurin Janus Rein hevur lagt fyri løgtingið uppskot um at savna allar tunnlar í landinum í eitt felag. Í mun til onnur uppskot, so er ikki bara talan um undirsjóvartunnlar, men eisini verandi berghol.

 

Janus Rein heldur, at politiska skipanin eigur at spyrja seg sjálva, um tað er rætt at gera mun á omansjóvartunlum og undirsjóvartunlum, og um tað ikki eigur at verða goldið fyri at koyra ígjøgnum omansjóvartunlar eins og fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlar.

 

Janus Rein vísir á, at verður goldið fyri at koyra í gjøgnum allar tunlar, eins og at verandi fíggjarlógarjáttan til Landsverk flytur við yvir í tunnilsfelagið sum stuðulsjáttan, kann verða koyrandi gjøgnum tunlarnar fyri lítlan kostnað.

 

Við at kapitalisera allar tunnlar í landinum inn í eitt felag ber til at skapa eitt sera sterkt felag, ið er ført fyri at átaka sær allar, framtíðar útbyggingar av vegakervinum, metir Janus Rein.

 

Í viðmerkingunum til uppskotið skjýtur Janus Rein upp, at  hvørja ferð, ein keypir bil í Føroyum, eigur ein kubbi til tunlar at fylgja við. Kubbin skal so telja niður hvørja ferð, vit koyra ígjøgnum ein tunnil.

 

- Málið við uppskotinum er at fáa politisku skipanina at hugsa framsíggið og innovativt. Politiska skipanin má hugsa langsiktað og um heildina. Eg eri sannførdur um, at tunnilspolitikkurin verður nógv lættari og smidligar næstu 20-25 árini, um vit longu nú leggja allar verandi tunnlar í eitt felag, sigur Janus Rein og heldur fram:

 

- Eitt tílíkt felag fer at megna at gera allar tríggjar tunnlarnar, ið liggja og bíða. Bæði Eysturoyartunnil, Sandoyartunnil og Suðuroyartunnil.

 

Talan er um eitt uppskot til samtyktar, ið skal viðgerast týsdagin. Tá verður stórur tunnilsdagur í løgtinginum. Tí umframt uppskotið hjá Janusi Rein, so skal løgtingið eisini viðgera uppskotið hjá Kára P. Højgaard landsstýrismanni, uppskotið hjá Akseli V. Johannesen og Bjørt samuelsen, umframt uppskotið hjá Poul Michelsen, sum er í tveimum.