Nú skulu allir undirsjóvartunlarnir í landinum krevja bummgjaldið inn í felag. Tað hevur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslmálum, avgjørt.
Tískil nú allur undirsjóvartunlarnir, nevniliga Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin nú stovnað eitt felag saman við einum endamálið, sum er at krevja bummgjaldið inn,
Hetta nýggja felagið, sum eitur P/Tunnil, skal gera tað lættari og einfaldari hjá bilførarum, sum koyra ígjøgnum tunlarnar.
– Við hesum skulu bilførarar framhaldandi bara venda sær til eitt felag fyri at fáa avgreitt øll síni gjaldsviðurskifti, akkurát sum teir gera í dag.
– Við einari felags umsiting og eini felags innkrevningarskipan fyri øll feløgini verður tað bíligari í rakstri, heldur enn at hvørt felag sær hevur sína egnu umsiting, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Endamálið er eisini at hava greiðan skilnað á fíggjarviðurskiftinum ímillum feløgini, tí teir ymsu tunlarnir skulu rinda fyri raksturin av nýggja felagnum eftir hvussu nógvir bilar koyra ígjøgnum hvønn einstakan tunnil.
Síðani Vágatunnulin og Norðoyatunnulin vórðu tiknir í brúk, hava teir havt eina norska innkrevjingarskipan. Arbeitt hevur verið við at fáa eina føroyska skipan í staðin, sum verður lættari hjá viðskiftafólkunum og starvsfólkunum at fáast við liðilig fyri starvsfólkini.
Tá ið eitt hald verður keypt verður tað galdandi eins og í dag fyri allar tunlarnar, í fyrstu atløgu Vága- og Norðoyatunnulin, men næsta ár verður tað eisini galdandi fyri Eysturoyartunnulin, og seinni aftur, eisini fyri Sandoyartunnulin, tá ið hann letur upp.
Nýggja felagið skal halda til í Runavík, har tað skal leiga høli í Høgabólshúsinum.