Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Trý partrolarapør eru nú eisini á gulllaksaveiði, so nú kann sigast, at gulllaksavertíðin rættiliga er byrjað.
Teir, sum eiga djúpvatnstrolararnar, eru ikki serliga ágrýtnir eftir at loysa í løtuni. Tað er bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Skipið fiskar stinglaks og kemur helst inn at landa mánadagin komandi.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at allir teir smáu trolbátarnir eru til fiskiskap norðan fyri. Teir fáa mest av toski og hýsu og so eisini nakað av flatfiski. Trolbátarnir hava brúkiligan fiskiskap.
- Trý garnaskip eru eisini til fiskiskap eftir svartkalva í løtuni, og eisini garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap. Væntandi er, at øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.