Í løtuni eru bara fýra partrolarapør á upsaveiði, og skipini hava smáligan fiskiskap. Væntandi er, at onnur pør loysa teir næstu dagarnar.
Trý partrolarapør fiska eisini gulllaks. Gulllaksavertíðin byrjaði tíðliga í hesum mánaðinum, og skipini plaga at fiska til einaferð seint á sumri.
Bert tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir fiska svartkalva, stinglaks og blálongu. Skipini koma inn at landa síðst í næstu viku ella tíðliga í aðru viku.
Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, vóru allir teir smáu trolbátarnir til fiskiskap. Allir eru norðanfyri.
- Trolbátarnir fiska næstan bara tosk. Teir fáa eisini at sløð av hýsu og flatfiski. Teir hava brúkiligan fiskiskap, og væntandi koma allir inn at landa í næstu viku.
At enda verður sagt, at tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað skipið frystir fiskin umborð, og hitt ísar. Eitt garnaskip fiskar eisini havtasku.
- Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er brúkiligur, verður lagt aftrat.