Sjálvt um Gudrid og hinar Fortuna genturnar høvdu vunnið oddadystin móti DHG vikuskiftið frammanundan, so var tað ikki nóg mikið spartk í afturpartin til at tær skuldu vinna dystin móti HIK Ålborg, sum tær vitjaðu í vikuskiftinum.
Fortuna var eitt sindur við í byrjanini av dystinum, men av tí at tær fóru at gera nógvar persónligar feilir var lítið at gera hjá teimum. HIK vann dystin greitt 2-0.
Ósigurin hjá Fortuna kann fara at vísa seg at vera ótrúliga óheppin. Fýra lið koma víðari í endaspælið og tey fimm fremstu liðini liggja næstan púra jøvn. Bara fýra stig eru millum tey, og Fortuna og HIK liggja púra jøvn við 14 stigum á fjórða og fimta plássi.
Hetta merkir í veruleikanum, at Gudrid og Fortuna skulu vinna dystirnar sum eftir eru fyri at tryggja sær pláss í endaspælinum, og so kann tað vera fullkomiliga líkamikið hvørjum tær spæla ímóti.
Bara æran eftir
Hjá Bárði og mansliðnum hjá Fortuna er so at siga bara æran eftir at spæla fyri.
Tað hevur gingist illa í hond hjá Fortuna, tí liðið hevur bara fingið seks stig til høldar alt kappingaraári.
Kortini hava teir leikt væl í fleiri dystum, men teir hava bara ikki havt tað neyðuga hepni til at vinna dystirnar.
Um vikuskiftið vóru teir í Ålborg, og enn einaferð taptu teir 2-0. Kortini var dysturin ikki so ójavnur, sum úrslitið sigur, tí báðir hálvleikirnir endaðu við javnbrótarum, og í báðum førum vann HIK javnbrótaran 7-5.
Bárður hevur ikki vant tað stóra í seinastuni, orsakað av próvtøku, og hevði ikki ætlað sær at fara við til Ålborg, men hin hevarin á liðnum lá við beinkrími dagarnar undan dystinum og hevði tí forfall. Men líka lítið hjálpti og Fortuna liggur enn næstaftast í kappingini.
Nú stendur á gomlum naglum
Í TV55 stendur púrt einki til. Har spæla Alvilda Ólavsdóttir og Annika Joensen, men tað er synd at siga at tær hava havt eydnuna við sær í ár.
Liðið liggur aftast í deildini við bara tveimum stigum, og tað sær tí meiri enn svart út hjá teimum.
Um vikuskiftið taptu tær 2-1 á heimavølli móti ASV Århus, sum annars lá beint frammanfyri tær í stigatalvuni. Hetta hevur neyvan gjørt lagi betri, og tað bøtti ikki um møguleikarnar hjá »føroyska« liðnum at yvirliva í meistaradeildini til næsta kappingarár.
Kortini er enn ein møguleiki, tí Skt. Jørgens liggur á næstaftasta plássi og hevur bert tvey stig fleiri enn TV55, so hóast tað sær svart út, er ov tíðliga at geva upp alla vón.









