FJARÐASVIMJUING
Ymiskt er, hvussu svimjararnir fyrireika seg undan hesum árliga tiltaki, ið millum summar svimjarar er ein kapping, men millum flestu luttakararnar er ein roynd, at vita, um ein veruliga megnar at fullføra teinin.
Klokkan var hálvgum ellivu, leygardagin 17. august, tá ið svimjararnir møttu úti við Strond, í hølunum hjá Radioamatørunum. Okkurt andlit var kent men nýggir svimjarar vóru eisini í hópinum. Tó var havt á munni, at okkurt konufólk átti at havt meldað til, tí tíðirnar hjá kvinnunum hava eisini verið góðar okkurt árið.
Svimjararnir prátaðu ymiskt hvussu best var at leggja sær leiðina um fjørðin og Erlendur Simonsen gav øllum seinastu boðini áðrenn menn fóru í svimjibúnarnar.
4 km í køldum sjógvi
»Eitt sindur ókyrt« helt onkur áskoðari, ið leitað hevði sær út við Strond. Men hetta helt ikki svimjarunum aftur. Teir fóru oman í fjørðuna og kannaðu, hvussu bátarnir lógu.
Beint eftir døgurða varð skotið av, og fyrsta svimjararnir gjørdu var at finna á bátin teir høvdu til at taka. Síðani løgdu allir á suðureftir so streymurin úti við oynna ikki skuldi føra teir norður um Stongina.
Neyðugt er at seta trygdina í hásæti til slíkt tiltak, og tískil vóru bæði hjálparbátar og samarittar við svimjarunum tvørtur um fjørðin. Sjógvurin er sum vera man kaldur og teinurin svomin verður er 4 km.
Dia Jacobsen var 1 min. skjótari enn Evald!
Í ár gingu 2 tímar, 25 min., og 38 sek, so vóru allir svimjararnir komnir á mál. Okkurt árið er luttakari givin og farin í bátin. Men teir tíggju luttakararnir, ið ikki komu beint á mál í ár, gjørdu sítt ítarsta at renna seinasta teinin.
Við tíðini 1.31.53, vann Dia Jacobsen kappingina. Í hølunum á vinnaranum kom Evald Rasmussen (1.32.55) og á triðja plássi var Kári Simonsen (1.41.3). Sostatt stendir metið hjá Dia Jacobsen (1.20.27) enn sum skjótasta tíðin, hetta svam hann í fjør.
Við bestu ynskjum, at nógvir svimjarar meldað til aftur komandi ár, takka fyrireikararnir fyri í ár.