Allir strámenn skulu úr føroysku fiskivinnuni

Heilt skjótt vera tað bara tríggir ella fýra strámenn, sum eiga alla fiskivinnuna í Føroyum, staðfestir Høgni Hoydal

- Eitt avokkara fremstu málum má vera at fáa allar strámenn fyri útlendskar fyritøkur, úr fiskivinnuni í Føroyum.

 

Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

 

Hann sigur, at á vinnuliga økinum, er okkara fremsta tjóðarmál at fremja eina veruliga nýskipan, bæði í fiskivinnuni og í alivinnuni.

 

- Vit mugu hava stráðmenninar út og vit mugu taka ræðið aftur á okkara egnu vinnuligu viðurskiftum.

 

Høgni Hoydal sigur, at í roynd og veru eru vit heilt tætt við, at øll okkara fiskivinna, og alt tað, sum undanfarin ættarlið hava stríðst fyri, er endað á nøkrum heilt fáum, útlendskum hondum.

 

Hann sigur, at tað er ikki bara í uppsjóvarvinnuni og í flotanum, sum fiskar á fjarðleiðunum, at hetta ger seg galdandi.

 

- Tað eru somu feløg, sum nú eisini keypa meginpartin av heimaflotanum undir seg.

 

Formaðurin í Tjóðveldi sigur, at heilt skjótt, so verða tað trý ella fýra strámenn, sum eiga alla fiskivinnuna í Føroyum.

 

Hann stúrir eisini fyri somu gongd í alivinnuni.

 

- Enn er nakað av føroysku alivinnuni eftir á føroyskum hondum. Men við teirri lóggávu, vit hava í dag, kann hon í morgin, sum ein annan dag, enda enda á útlendskum hondum, øll sum hon er.  

 

- Samstundis fer ein heilt stórur partur av avlopinum av landinum, sigur Høgni Hoydal.