Allir stríðast til tað síðsta

Spælararnir viðganga, at tað ger teir enn meira uppsettar, at so nógvir eru til venjingar og eingin teirra veit, um hann fær kjansin í annaðkvøld ella ikki

FÓTBÓLTUR

 

Eftir venjingina í gjárkvøldið fingu vit orðið á nakrar av spælarunum í A-landsliðshópinum, sum høvdu verið í gongd í tveir tímar á góða grasinum á Tórsvølli. Felags fyri allar teir spurdu var, at teir ikki vita, um teir sleppa upp í part ella ikki, og tí mugu teir royna at geva alt undir venjingunum hjá Brian Kerr.

 

Atli Danielsen

Menn virka øgiliga konsentreraðir, nú ein nýggjur venjari er. Vit hava stóra virðing fyri venjaranum og royna at akta hann so væl, sum vit kunnu. Allir royna at prógva sítt og stríðast fyri sínum plássi, men tað lyftir bara venjingarnar upp, so tað er fínt.

 

Fróði Benjaminsen

Hetta er øgiliga stuttligt, tí allir byrja líkasum av nýggjum. Menn leggja nógv fyri undir venjing. At vit ikki vita, hvør fær kjansin, fær allar at geva eitt lítið sindur eyka og royna at sannføra um, at tú eigur eitt av plássunum. Tá 11 av 22 skulu sita uttanfyri, tá avtornar, gevur tað sjálvandi eisini harðari kapping.

 

Andreas Lava Olsen

Hetta er fínasta slag. Vit verða noyddir at geva okkum fult út til hvørja venjing, so intensiteturin verður av tí sama eisini størri. Eingin av okkum kann heldur kenna seg tryggan, so tí er neyðugt at geva seg fult út undir hvørjari venjing.

 

Bartal Eliasen

Tað er eitt sindur ringt at siga, hvussu stóran kjans tú hevur, tí tað sær ikki út til, at venjarin enn hevur tikið avgerð um, hvør skal verða við á liðnum. Tí ræður bara um at spenna seg út, og tað sær eisini út til, at allir trúgva upp á sín kjans.