Hevði fólkatingsval verið í dag, hevði stjórnarsamgongan hjá Helle Thorning-Schmidt fallið, og fallið hevði verið stórt. Ein meiningakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri tíðindastovuna Ritzau, vísir, at andstøðan hevði fingið 98 tinglimir og stjórnarflokkarnir og Eindarlistin høvdu fingið 77.
Sosialdemokratarnir høvdu bara fingið 18,5 prosent av atkvøðunum, um val hevði verið nú, og so lítla undirtøku hevur flokkurin ikki havt síðani á heysti í 1998. Flokkurin hevði fingið 33 fólkatingslimir og hevði sostatt mist 11.
SF og Tey Radikalu missa eisini. SF hevði fingið 6,6 prosent ímóti 9,2 á valinum í fjør, og flokkurin hevði fingið 12 tinglimir. Tey Radikalu høvdu fingið 9 prosent og 16 tinglimir ella ein minni enn á valinum í september.
Eindarlistin hevði fingið 9,2 prosent og 16 fólkatingsumboð.
Kanningin hjá Voxmeter gevur Vinstra 33,6 prosent av atkvøðunum og 59 tinglimir. Flokkurin hevur 47. Danski Fólkaflokkurin hevði fingið 13,5 prosent og 24 tinglimir, og Liberal Alliance hevði varðveitt sínar 9 tingmenn. Tey Konservativu fáa eina lítla framgongd til 3,7 prosent, men bara seks tinglimir.