Nógvir lærarar og skúlar eru ótryggir við at hava ábyrgdina av børnunum næsta fríggjadagin, tá ið full sólarmyrking verður í Føroyum.
Tað staðfesta tær báðar løgtingskvinnurnar fyri Tjóðveldi, Sirið Stenberg og Gunvør Balle.
Tí heita tær nú Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentanmálum, um at broyta avgerðina um, at 20. mars, tá ið sólarmyrkingin verður, skal vera almennur frídagur hjá øllum skúlanæmingum í landinum.
Tær vísa á, at tað, lærarar føla seg ótryggar við, er, at skulu børnini verða í skúla, eru tað teir, sum hava ábyrgdina av, at børnini eru í verndarbrillum, tá ið sólarmyrkingin er.
Teir fáa eisini ábyrgdina av, at næmingarnir fáa eitt so minniligt og serstakt upplivilsi sum møguligt.
Tær báðar vísa á, at sólarmyrking er ein so serstøk hending, sum eingin okkara, sum nú eru á lívi, fara at uppliva aftur í Føroyum.
- Eini 8.000 ferðafólk koma til landið fyri at uppliva hetta sjáldsama fyribrigdið, og tá tykist tað heilt burturvið, at hesin dagur ikki er lýstur sum almennur frídagur fyri føroyskar skúlanæmingar.
Tær báðar tingkvinnurnar halda, at talan kundi eisini verið um at skúlarnir hildu frí fyrrapartin hendan dagin.
- Foreldur og børn vilja at vera saman, tá sólarmyrkingin verður, tí tað snýr seg um eitt minni fyri lívið.
Sirið Stenberg og Gunvør Balle siga, at í løtuni bendir alt á, at hvør einstøk kommuna, hvør einstakur skúli og hvør einstøk familja ætla at gera sínar egnu reglur fyri dagin.
Summi foreldur fara als ikki at senda børn síni í skúla. Summir skúlar gera nógv burturúr og skipa fyri felags tiltøkum, og aðrir ætla at undirvísa sum vanligt, tí námsætlanin skal jú haldast, siga tær báðar og tí halda tær at hetta eigur at vera almennur frídagur í øllum skúlum.