Hann kallar nýggju útgávuna hjá sær fyri eina virtuella útgávu, og hon fæst bara umvegis heimasíðuna hjá honum.
Føroyski Terji Messell, sum nógvu seinnu árini hevur búð í Danmark, gongur sínar egnu leiðir við tónleikinum hjá sær. Hann hevur ongantíð verið bangin fyri at royna nakað nýtt, og nú hann er til reiðar við einari nýggjari útgávu, brúkar hann internetið til at fáa tónleikin út.
Hetta gera hann við at selja tónleikin hjá sær umvegis heimasíðuna hjá sær. Tað ber til at gjalda fyri tónleikin har, og síðani taka sangirnar niður á telduna ella mp3-spælaran.
Útgávan kallast »Songs by Messel Vol. 1«, og á henni eru 9 mp3-sangir.
Sangir hava rætt til lív
Terji Messell var føddur í Havn, men hann hevur búð í Danmark í nógv ár. Hann spælir tónleik og undirvísir eisini í tónleiki.
Hann skrivar sínar egnu sangir, spælir teir live og gevur tónleikin út.
? Eg skifti ofta hugsan, men tað havi eg rætt til. So tú veitst ongantíð, hvat eg kann finna uppá at gera av tónleiki, um tað er poppur, rockur, jungle, jazz ella klassiskur tónleikur, sigur Messell á heimasíðu sínari.
? Ein sangur er fyrst og fremst eitt úttrykk, og sum eitt barn hava allir sangir rætt til lív, eisini um teir eru vanskaptir ella brekaðir. Eg eri pápi at 200 sangum, summir eru blivnir vaksnir og eru farnir heimanífrá, aðrir eru bara nýføðingar og hava brúk fyri nógum kærleika og umsorgan, og summir eru lætnir til uppaling, sigur Messell, sum er búsitandi í býnum Nibe.
Tað ber til at keypa nýggju útgávuna hjá Messell á heimasíðuni www. songsbymessell.com.