Allir partrolararnir eru til fiskiskap

- Allir teir smáu trolbátarnir eru norðanfyri, og væntandi koma allir inn at landa í næstu viku

Allir partrolararnir eru til fiskiskap, og skipini hava misjavnan fiskiskap. Skipini fiska upsa og fáa eisini nakað av hvítum fiski.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein fiskar kongafisk, og tveir fiska upsa. Ein frystitrolari fiskar svartkalva.

 

- Jákup Sverri er eisini úti og ger yvirlitstrolingar. Teir fáa mest av hýsu, toski og upsa og koma inn at landa miðskeiðis í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir teir smáu trolbátarnir eru norðanfyri. Væntandi landa allir í næstu viku

 

- Trolbátarnir hava brúkiligan fiskiskao. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski, verður lagt aftrat.