Allir partar hava vrakað semingsuppskotið

Enn er ógreitt, um eitt umfatandi arbeiðaraverkfall stendur fyri durum

Í øllum førum hava allir partar vrakað semingsuppskotið frá semingsmanninum, Terja Sigurðsson. Partarnir hava sitið til samráðingar á Hotel Føroyum.

Ósemjan er um pengar. Arbeiðsgevararnir halda, at semingsuppskotið er ov dýrt, meðan arbeiðarafeløgini halda seg fáa ov lítið.

Tá kann vera ringt at finna seming, tá hvørgin parturin kann góðtaka semingsuppskotið, sum má liggja har ímillum onkustaðni.

Terji Sigurðsson segði við útvarpið, at semingsstovnurin fer at gera eina roynd afturat, teir brúka hendan dagin at royna, um ein semja kann finnast.

So spurningurin um tað fer at røkka ella støkka verður kanska greiður einaferð út á kvøldið.

Um tað støkkur, so hava arbeiðarafeløgini 48 tímar fráboðanarfreist, so verkfall kann í fyrsta lagi byrja leygardagin.