Foreldur í miðbýnum í Havn hava verið sera misnøgd við avgerðina hjá Tórshavnar býráð at leggja eyka 1. flokkar á Argjum og á Skúlanum á Fløtum. Næmingar, sum annars hoyra til upptøkuøkið hjá Sankta Frans skúla skuldu tí flytast út á Skúlan á Fløtum.
Foreldur hava savnað undirskriftir at vísa á sína misnøgd, sum vórðu handaðar borgarstjóranum í Havn í síðstu viku.
Men áðrenn býráðsmeirilutin gjørdi nakað við málið, so bað Tróndur Sigurðsson úr andstøðuni um at fáa málið fyri á býráðsfundi í kvøld. Hann legði uppskot fram um at skipa ein eyka 1. flokk í Sankta Frans skúla komandi skúlaár. Uppskotið snýr seg um at heita á landsstýrið um fáa ein eyka flokk í Sankta Frans skúla næsta ár. Hetta uppskotið varð samtykt.
Sambært Tróndi Sigurðsson og sambært foreldrunum, so eru høli til ein eyka 1. flokk tøk á Sankta Frans skúla sum er. Tað hevur leiðslan eisini sagt, sigur hann. Men tað verður ein avbjóðing seinni.
– So loysa vit ta avbjóðinga, segði Tróndur Sigurðsson við in.fo fyrr í dag.












