Allir næmingar eiga at fáa eitt prógv í hondina

Teir, sum ikki klára at fáa eitt vanligt prógv í fólkakúlanum, eiga undir øllum umstøðum fáa eitt prógv, sum vísir, hvat teir duga

Allir næmingar í fólkaskúlanum eiga at fáa eitt prógv í hondina, tá ið teir eru lidnir.

 

Tað heldur Sonni Óli Djurhuus, sum nú er skúlastjóri við Streymin, og sum áður hevur verið skúlastjóri á Rásini, sum er eitt serligt skúlatilboð til ung við menningartarni.

 

Í Skúlablaðnum staðfestir hann, at hjá teimum allarflestu snýr skúlin seg um at fáa eitt prógv, sum tey taka við tær til tann útbúgvingarstovn, tey ætlar tær á.

 

Hinvegin eru tað ikki so fáir næmingar, sum ongantíð fáa eitt slíkt fullfíggjað prógv, tí teir klára tað ikki.

 

Men í Skúlablaðnum heldur Sonni Óli Djurhuus teir næmingar, sum ikki klára eitt vanligt fólkaskúla- ella miðnámsskúlaprógv, eiga eitt fáa annað slag av prógvi. Teir eiga nevniliga at fáa eitt prógv í teimum førleikum, tey hava.

 

Hann sigur, at tað er ein skipan, ið vísir tað næmingarnir duga og ikki tað, teir ikki duga.

 

- Dugir ein næmingur nógv í onkrum evni, eitt nú øðrum heimsbardaga, fer næmingurin upp til roynd í tí, og fær eitt prógv. Ella hevur ein næmingur verið í starvsvenjing í einum handli og lært at seta vørur á hillarnar, fær hann prógv í tí.

 

- Tað stendur einki í próvnum um tað, næmingurin ikki dugir og sostatt kann næmingurin taka tað við sær, sum hann dugir.

 

Henda skipanin er sett í verk á serbreytunum á miðnámsskúlunum, og stendur tað til Sonna Ó. Djurhuus, verður sama skipan sett í verk í fólkaskúlanum.

 

- Eitt førleikaprógv kann hava alt at siga hjá teimum, sum ikki megna eitt vanligt fólkaskúla- ella miðnámsskúlaprógv, sigur hann við Skúlablaðið.

 

- Nógvir næmingar klára ikki prógvið í 9. flokki. Og vanliga stendur í próvnum hjá hesum næmingum, at teir hava verið við í undirvísingini í lærugreinunum, men ikki, hvat teir hava gjørt.

 

- Tað er synd at lata tey sita í skúlanum í 30 tímar um vikuna og einki fáa burturúr. Men fær næmingurin  ístaðin eitt førleikaprógv, fær hann nakað við sær, sum hann kann brúka, sigur skúlastjórin við Streymin.