NSÍ tapti fyrra dystin í London 3-0. Tí er lítið í røkist fyri, at NSÍ hevur nakran sum helst møguleika fyri víðari luttøku. Tað er tó ikki ósannlíkt, at NSÍ kann verða við til at skapa ein spennandi dyst í annaðkvøld.
? Vit hugsa ikki um úrslitið frá fyrra dystinum. Hetta er ein nýggjur dystur og tað eru fá, ið væntaðu at vit skuldu vinna samanlagt á einum Premier League liðið. Nú er uppgávan hjá okkum at spæla ein góðan dyst og koma frá uppgávuni við skinninum á nøsuni, sigur Helgi L. Petersen.
Ferðalagið hjá Fulham kemur ikki til Føroyar fyrr enn í kvøld. Tað kundi tí sæð út til, at teir ikki taka uppgávuna í álvara.
? Teir spæla fyri sínum egna plássi á liðnum. Tað gjørdu teir eisini í fyrra dystinum. Tú merkti frá byrjan, at teir tóku uppgávuna í størsta álvara. Ikki tí NSÍ stóð hinumegin, men tí teir hava ein nýggjar venjara og flytingarvindeygað opnar nú. Eisini kom Mohammed Al Fayed(eigari av Fulham, blðm.) at hyggja eftir dystinum, sigur Helgi L. Petersen
Tað er tí torført at meta um, hvussu Fulham liðið fer at síggja út í morgin. Velja teir at spæla við sterkastu uppstilling aftur, ella sleppa teir ungu framat.
? Tað er spennandi at síggja hvat teir gera, men velja teir at spara onkrar av teimum bestu, so er talan framvegis um leikarar á Premier League stigi, sigur Helgi L. Petersen víðari.
NSÍ var uttan Einar T. Hansen, Mamuka og Abdul Razak Ismail á Craven Cottage. Teir eru allir tøkir til dystin í annaðkvøld.
? Teir flestu á NSÍ liðnum hava roynt at spælt Evropa Cup fótbólt fyrr, so hetta er ikki nakað nýtt fyri okkum. Tað er sjálvandi stórt og stuttligt, men vit eru klárir til uppgávuna, sigur Helgi L. Petersen at enda.
Dysturin millum NSÍ og Fulham verður í annaðkvøld á Svangaskarði klokkan 18:45