Síðan stovnanina í 1956 hava kvinnurnar hjá Kyndli ongantíð verið við í evropeiskari kapping. Men hetta verður broytt í morgin, tá kyndilskvinnur spæla ímóti Femina Vise úr Belgia á Hálsi klokkan 17.00.
Rás 2 spurdi Una Arge, formann í Kyndli, hví teir hava valt at melda Kyndil til europeiska kapping?









