Allir leikarar eru tøkir og klárir

Tað sigur annar av venjarunum hjá føroyska U-21 landsliðnum, Heðin Askham við Rás2. Við í hópinum hesa ferð eru eisini Jóan Símun Edmundsson og Viljormur Davidsen, sum annars hava verið við A-landsliðnum seinastu tíðina.

 

- Hópurin er optimalur og vit hava ongar skaðar, sigur U-21 landsliðsvenjarin og leggur dent á, at føroyska liðið í dag skal gera færri persónligar feilir í mun til seinastu tveir dystirnar.

 

- Vit skulu gera færri persónligar fleiri og skulu standa rætt á vøllinum. Megna vit at yvirliva fyrstu tjúgu minuttirnar, so byrjar klokkan at arbeiða fyri okkum, sigur Heðin Askham víðari.

 

Millum kendu nøvnini á danska U-21 landsliðnum er Andreas Laudrup, sum er sonur navnframa Michael Laudrup.

 

- Tað verður spennandi at síggja hvat hann kann á høgra kanti, men tað eru fleiri leikarar á hasum liðnum, ið kunnu elva til trupulleikar fyri liðið hjá okkum, sigur Heðin Askham.

 

Sum skilst, so verður nógvir føroyingar at síggja kring vøllin í Aalborg í dag. Millum annað verður skipað fyri bussferð úr Aarhus.

 

- Vónandi koma nógvir føroyskir áskoðarar til dystin. Tað gevur altíð eyka at síggja Merkið veittra, sigur Heðin Askam at enda.

 

Dysturin verður í Alborg klokkan 17.00 føroyska tíð og danska sjónvarpsrásin, TV2 Sport, vísur dystin beinleiðis.

 

Føroyar U-21, hópurin:

 

Teitur Gestsson, Málmaður, HB, 19(ár)

Rene Joensen, Bakkur/miðvallari, Brøndby, 19

Rógvi Holm, miðverji, HB, 21

Erling Jacobsen, miðverji/bakkur, Víkingur, 21

Viljormur Davidsen, bakkur/miðvallari, FC Fyn, 20

Heini Vatnsdal, miðverji/miðvallari, FC Suðuroy, 19

Róaldur Jakobsen, miðvallari, B36, 19

Hallur Hansson, miðvallari, HB, 19

Jóan Símun Edmundsson, áleypari, Newcastle, 20

Gunnar Zachariasen, miðvallari, AB(dk) 19

Gilli Sørensen, áleypari, TB, 19

Páll Klettskarð, áleypari, Víkingur, 21

Klæmint A. Olsen, áleypari, NSÍ, 21

Andre Olsen, miðvallari, B68, 20

Kaj Leo í Bartalsstovu, miðvallari, Víkingur, 20

Høgni Eysturoy, bakkur/miðvallari, B36, 21

Sørmundur Kalsø, Miðverji, KÍ, 19

Karl Løkin, miðvallari, ÍF, 20

Dánjal á Lakjuni, vongur, ÍF, 21

Hans Jørgensen, Málverji, 07 Vestur, 21

 

Danska U-21 landsliðið:

 

Kristian Fæste - Vejle Boldklub?

Nicolai Oppen Larsen - AaB?

Frederik Sørensen - Juventus FC

?Jannik Vestergaard - TSG 1899 Hoffenheim

?Jesper Lauridsen - FC Midtjylland?

Jores Okore - FC Nordsjælland?

Kasper Hansen - FC Midtjylland

?Mads Albæk - FC Midtjylland?

Mathias Wichmann – AaB

?Rasmus Falk - OB?

Thomas Delaney - FC København?

Andreas Laudrup - FC Nordsjælland?

Osama Akharraz - Brøndby

?Emil Larsen - Lyngby BK?

Nicklas Helenius - AaB