Allir kroatisku stjórnarlimirnir í landsliðstroyggjum

Tá kroatiska ríkisstjórnin samlaðist dagin eftir HM-hálvfinaluna markeraðu tey sín stuðul til kroatiska fótbóltslandsliðið

Kroatia er næstminsta tjóðin sum hevur havt eitt lið í HM-finaluni í mansfótbólti í allari HM-søguni, ið røkkur aftur til 1930. Fólkatalið í Kroatia er 4,1 miljónir íbúgvar.

 

Uruguay er minsta tjóðin sum hevur havt eitt lið í HM-finaluni í mansfótbólti. Tá Uruguay vann fyrstu HM-finaluni ímóti Argentina á Centenario leikvøllinum í Montevideo var íbúgvaratalið í Uruguay 1,7 miljónir íbúgvar. Tá Uruguay vann avgerandi dystin á Brasil í HM-endaspælinum í 1950 var íbúgvaratalið í Uruguay 2,2 miljónir íbúgvar.

 

Samanhaldið er ofta størri í einari lítlari tjóð, og tað sæst aftur nú Kroatia fyri fyrstu ferð í søguni hevur vunnið seg í HM-finaluna, ið hesaferð verður spæld á Luzniki leikvøllinum í Moskva í morgin klokkan 16.

 

Tá kroatiska ríkisstjórnin samlaðist dagin eftir HM-hálvfinaluna, ið Kroatia vann 2-1 á Onglandi aftaná longda leiktíð markeraðu allir stjórnarlimirnir sín stuðul til kroatiska fótbóltslandsliðið á ein heilt serligan hátt. 

 

Allir ráðharrarnir og ráðfrúirnar, ið vóru í stjórnarfundarhølinum í stjórnarbygninginum í Zagreb vóru í kroatiskum landsliðstroyggjum. Tey flestu vóru í tí hvítu heimavallartroyggjuni við teimum víðagitnu reyðu puntunum, men summi vóru í tí vøkru svørtu útivallartroyggjuni, ið er blivin so kend undir HM-endaspælinum í Russlandi seinastu vikurnar. 

 

Fyri 20 árum síðani vann Kroatia HM-bronsu í HM-endaspælinum í Fraklandi. Nú vinnur Kroatia í minsta lagi HM-silvur.