Allir komu á mál í kappingini kring Sæland

Størsta bragdið stóð aldursforsetin Robert Wilhelmsen fyri, tá hann eftir góðar 12 tímar kom á mál

Stórur spenningur var ímillum føroysku súkklarnar undan kappingini kring Sæland leygardagin. Seinast, føroyingarnir luttóku í kappingini, vóru tað fleiri súkklarar, ið ikki náddu á mál, men hesaferð varð søgan ein onnur. Allir sjey føroyingarnir komu á mál eftir teir 292 kilometrarnar, og tað má sigast at rættiliga flott. Kappingin varð skipað sum motiónssúkkling, har bæði blaðung og fólk, sum vóru komin nakað til árs, luttóku

Nýggj dekk
Seinast føroyingar vóru við í kappingini kring Sæland, vóru súkklarnir nógv darvaðir av punkteringum. Í ár valdu so súkklarnir at royna onnur dekk. Dekkini vóru av gummi, og tey vístu seg at roynast væl betri enn tey gomlu. Meðan einstakir súkklarir seinastu ferð máttu lappa dekkini upp til 10 ferðirnar, so var samlaða talið av punkteringum hesaferð ikki meir trý. Umframt at skifta dekk,, so løgdu súkklarnir eitt innlegg ímillum slanguna og dekkið, sum skuldi verja slanguna fyri flintsteinum.

Eli og Jens Sigurð stóðu seg best
Teir sjey føroyingarnir høvdu at byrja við valt at fylgjast í einum samlaðum flokki. Eftir teir fyrstu 50 kilometrarnar, dragnaðu aldursforsetarnir Evald Rasmussen og Robert Wilhelmsen, meðan hinir fimm framvegis fylgdust. Eftir góðar 140 kilometrar býttu flokkurin seg aftur, fyrst fóru Eli Christiansen og Jens Sigurð Simonsen avstað, og nakað seinni tók Sverri Mohr Edvinsson seg frá hinum báðum. Fyrra partin av kappingini regnaði illa, men tað darvaði ikki so nógv, tí ongin vindur var. Út á seinnapartin gjørdist turrari í veðrinum.

Fyrstu føroyingarnir á mál vórðu Eli Christiansen og Jens Sigurð Simonsen, sum ávikavist komu á mál sum nummar 206 og 209. Næstur teimum var Sverri Mohr Edvinson, sum var 5 minttir eftir Eli og Jens Sigurð. Tríggjir teir fremstu føroyingarnir brúktu nakað yvir tíggju tímar um teir 292 kilometrarnar. Kári Simonsen brúkti góðar 11 tímar um teinin, meðan Evald Joensen var nakað eftir Kára. Seinastu føroyingarnir á mál, vórðu Robert Wilhelmsen og Evald Rasmussen, sum fylgdust allan teinin.

Súkklarnir vóru væl nøgdir eftir kappingina. -Serligatað at sleppa at royna seg ímóti øðrum súkklarum er altíð spennadi, vildi ein av súkklarunum eftir kappingina. Eisini vóru súkklarnir fegnir um, at allir náddu á mál. -Tá hugsað verður um, at vit súklaðu 292 km, er tað eitt satt bragd, at ein maður sum Robert Wilhelmsen kom á mál. Robert er í 50´inum, og hevur aldrin áður súklað meir 50 km, og tað vísur bara, at um ein hevur viljan, so ber alt til, segði ein av súkklarunum eftir 292 kilometrarnar. Robert Wilhelmsen hevur ein dreym um at luttaka í einum Iron Man, og sum liður í fyrireikingunum er hann fyri stuttum byrjaður at súkkla.

Gleða seg til Statoil kring Føroyar
Føroysku súkklarnir eru sera spentir undan Statoil kring Føroyar, ið byrjar næsta mikudag. Fyri fystu ferð vera onglendingar við í kappingini, og tad er hugaligt fyri súkklarnar. Ætlanin er, at 10 súkklarar av Ynys Mon skulu vera við í kappingini. Avtalan kom í lag við seinastu oyggjaleikirnar.

Tað verða um 30-40 súkklarar við til Statoil kring Føroyar, og umframt súkklarnar av Ynos Mon, verða danir við aftur í ár.