Allir kappróðrarbátarnir sóttreinsast á Norðoyastevnu

Aftan á at ILA varð staðfest í alibrúkinum hjá Faroe Salmon á Kunoyarnesi, hevur verið óvist, um tað fór at verða róð 1.500 metrar ella ikki á Norðoyastevnu. Nevndin í Klaksvíkar Róðrarfelag sendi ein fyrispurning til landsdjóralæknan viðvíkjandi venjing og kappróðri til og á Norðoyastevnu. Týsdagin kom so svarið: Bátarnir mugu sóttreinsast, áðrenn teir fara út aftur úr Klaksvík

Klaksvík:
Sagt verður úr Klaksvíkar Róðrarfelag, at tey mettu støðuna viðvíkjandi ILA-num vera so mikið álvarsliga, at tey sóu tað, sum teirra plikt at kanna umstøðurnar hjá kappróðrarbátunum, tá rógvast skal kapp á Norðoyastevnu og eisini, meðan bátarnir venja til stevnurnar.
Í brævinum frá landsdjóralæknanum stóð, at eitt karantenuøki er sett upp, sum ber í sær, at allir óviðkomandi bátar skulu halda seg 500 metrar frá aliringunum við Kunoyarnes. Og 1.500 metra málið í Klaksvík er innan fyri teir 500 metrarnar. Men tað bleiv givið eitt undantaksloyvi til kappróðurin á Norðoyastevnu, við tí treyt, at allir bátarnir, sum rógva á Norðoyastevnu, ikki bert teir, sum rógva 1.500 metrar, skulu sóttreinsast, áðrenn teir fara úr Klaksvík aftur. Eisini skal hvør bátur hava eina váttan upp á, at báturin er sóttreinsaður. Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag stendur, at henda váttan verður givin til vega við dráttin eftir róðurin.
Víðari stóð í brævinum, at bátarnir hjá Klaksvíkar Róðrarfelag skulu sóttreinsast, áðrenn hvørja stevnu í summar.
Alt hetta sær ógvuliga lætt og einfalt út, men tað er tað kortini ikki. Tí umstøðurnar við dráttin í Klaksvík eru ikki nóg góðar, sum er, so væntast kann, at tað fer at verða serstakliga rokaligt við dráttin í ár, tá allir bátarnir skulu sóttreinsast, tí tað kemur helst at verða gjørt, so skjótt bátarnir eru komnir upp á turt aftur. Tað er bert tann eini drátturin í Klaksvík, har bátarnir bæði fara út og koma upp aftur við. Og tað skal helst ganga skjótt fyri seg, serliga hjá 5 og 6 mannaførunum, tí tað rógva bæði kvinnur og menn við teimum bátunum.
Sosialurin frættir frá Klaksvíkar Róðrarfelag, at tey í skrivandi stund ikki eru rættiliga greið yvir, hvør eigur at átaka sær ta truplu uppgávuna at syrgja fyri at fólk verða til taks til hetta arbeiðið. Tí tað er ongin loyna, at eitt tílíkt arbeiði krevur fólk og verður kostnaðarmikið. Umframt hetta skal eisini reinsievnið fáast til vega til teir gott 40 bátarnar, sum hava boðað frá luttøku til hetta kappingarárið.
- Nógv hesum viðvíkjandi hongur also enn í leysari luft, men verður greitt til Norðoyastevnu, sigur Fróði Waag, kassameistari í Klaksvíkar Róðrarfelag.
Hann sigur eisini, at ein annar trupulleiki hevur stungið seg upp í sambandi við Norðoyastevnuna, og tað er Strandferðslan.
- Vit vita ikki, hvussu siglt verður á Norðoyastevnu. Vanliga siglir Smyril til Klaksvíkar og so koma flestu kappróðrarbátarnir við honum, men vit hava ikki fingið at vita enn, um Smyril verður klárur til Norðoyastevnu.
Fróði sigur, at nevndin hevur sent eitt bræv til Strandferðsluna, har biðið verður um at fáa greiði á hesum viðurskiftunum, sum skjótast.
Klaksvíkar Róðrarfelag er í holt við at gera innbjóðingarnar til kappróðurin á Norðoyastevnu, har greitt verður frá øllum serstøku viðurskiftunum, sum nú hava stungið seg upp.
- Men sum sagt, so eru so nógvir leysir endar enn, at ilt er at siga, hvussu alt fer at hanga saman á Norðoyastevnu, sigur Fróði og vísir samstundis á, at tað fer at bera til at fylgja gongdini í hesum báðum málunum á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum er www.krf.fo.