Allir jólagestirnir komnir heim

Øll flogførini hjá Atlantsflogi við jólagestum eru nú lend eru góðu og gleðiligu boðini frá tíðindatænastuni hjá føroyska flogfelagnum í kvøld. Jólaaftan er eingin flúgving.

Í tíðindaskrivi frá Atlantsflogi verður sagt, at seinkingarnar í dag hava við sær, at vit ?bara? hava seks flogfør og tríggjar tyrlur at avmynda á flogvøllinum í morgin. Tað seinasta fer avstað hvørja løtu við útlendsku manningunum, sum hava flogið jólagestir heim í dag. Onkur, sum hevur verið strandaður í Suðuroy í dag, er eisini sloppin avstað við hesum flogfarinum.

Útlendska manningin skuldi annars ætlandi verið farin heim við RC452 í dag.

Atlantsflog ynskir við hesum góðu tíðindunum øllum eini gleðilig jól.