Kappingarárið 2018 í fótbólti byrjar komandi vikuskiftið, og besta liðið hjá B68-monnunum hevur henda dagin heimadyst í sínum fyrsta dysti. Mótstøðuliðið verður suðuroyarliðið TB/FCS/ROYN, og dysturin verður á Svangaskarði leygardagin 10. mars klokkan 16.
Í B68 siga tey, at allir heimadystir hjá felagnum - eisini hjá besta liðnum - verða ókeypis í 2018, og haraftrat verður ymiskt á skránni til hvønn heimadyst hjá monnunum.
- Leygardagin fer Bill McLeod Jacobsen at greiða frá taktiska upplegginum 10 minuttir fyri dystarbyrjan og formaður felagsins, Jóhannus M. Olsen, fer at greiða frá ætlanunum í 2018. Undirhúskórið fer at syngja, og børn fáa ókeypis sunkist og góðgæti.
Lagt verður aftrat, at Betrideildin hjá kvinnum byrjar sunnudagin 11. mars, og tá hevur B68 heimadyst móti HB. Hesin dysturin byrjar klokkan 15.