Allir húsavørðar ónøgdir

Kári Vilhelmsen, ið er ein av teimum 38 húsavørðunum hjá Tórshavnar kommunu, ger vart við, at allir eru ónøgdir við nýggju skipanina

Tá vit í blaðnum mánadagi nevndu, at flestu húsavørðarnir vóru ivasamir um nýggju skipanina, sum Tórshavnar kommuna fer at seta í verk, so vóru tað heldur veik orð.
- Vit vóru á fundi við Havnar Handverkarafelag, og har vóru tað allir húsavørðarnir, ið vóru ónøgdir við nýggju skipanina, sigur Kári Vilhelmsen.
Hann sigur eisini, at tá varð varð ført fram í blaðnum mánadagin, at hann var talsmaður fyri allar 38 húsavørðarnar, so er tað heldur ikki rætt.
- Eg umboði bara teir húsavørðarnar, ið hava við dagrøktina at gera, og vit eru 12 í tali, sigur Kári Vilhelmsen.
Hann sigur, at fakfelagið fyribils ikki vil traðka inn í málið so leingi samband er millum partarnar.