Modena, Italia: Soleiðis segði Jákup Mikkelsen, føroyski liðskiparin, tá hann eftir dystin varð biðin um at gera viðmerkingar til føroyska fjølmiðlaliðið, sum stóð kroyst millum tey á leið 100 italsku tíðindafólkini, sum royndu at fanga viðmerkingar frá sínum stjørnum.
Og ikki minst var liðskiparin nøgdur um arbeiðsavrikið, sum menninir løgdu fyri dagin.
- Tað haldi eg avgjørt. Vit vóru undir einum veldugum trýsti fyri steðgin, men vit arbeiddu alla tíðina sera væl. Og eftir steðgin gjørdist tað so nakað lættari, soleiðis at vit eisini fingu betri frið til at spæla. So alt í alt var hetta ein góður endi upp á undankappingina.