Allir politisku flokkarnir lova næmingum á valfundi í Hoydølum beint nú, at teir fara at byggja nýggjan studentaskúla í Marknagili og tað skal vera beinanvegin. Fundurin verður sendur beinleiðis á Rás 2 Tað fyrsta, sum allir politisku flokkarnir hava lovað næmingunum í Hoydølum á valfundi á studentaskúlanum beint nú, er at byggja nýggjan studentaskúla í Marknagili.
Valfundurin verður sendur beinleiðis á Rás 2 og har lovaðu umboð fyri allar flokkarnar, at teir eru sinnaðir at byggja nýggjan studentaskúla í Marknagili.
Teir leggja eisini allir samlir dent á, at farast skal undir skúlan beinanvegin og longu í ár skal samgongan, sum verður skipað eftir valið, taka stig til at at byggja skúlan.
Á valfundinum í Hoydølum eru umboð fyri allar flokkar og teir verða dúgliga tráðspurdir av teimum nógvu næmingunum, sum eru møttir.