Allir fiskimenn undir ein hatt

- Limatalið er nógv minkað seinnu árini. Er nakað sum helst til hindurs fyri, at føroyingar, sum fiska í øðrum londum, eisini eru limir í Føroya Fiskimannafelag? Eg havi sjálvur siglt við eitt nú norðmonnum og íslendingum, og eg havi kent meg einsamallan, tí eg at kalla einki visti um felagið, eg var limur í, sigur Sakaris Zachariassen

- Sitandi felagsformaður hevur á ongan hátt verið negativur um mína uppstilling. Eg vil heldur siga tað soleiðis, at Jan Højgaard var bæði blíður og týður og hjálpti mær við stillarum. Hann helt, at tað er sunt við einum vali. Tað nyttar jú einki at kasta runubløk eftir hvørjum øðrum. Betri er at vera konstruktivur og vísa á gongdar leiðir, fiskimonnum til frama.
Tað sigur Sakaris Zachariassen, valevni, sum nú stillar upp til felagsformansval í Føroya Fiskimannafelag.
Men, hvørjar vónir hevur hann móti sitandi formanni og hinum valevninum, Grímuri Hammer?
- Eg havi valt at síggja soleiðis upp á hetta, at fellur valið í mín lut, gerist eg ovfarin. Um ikki, er støðan einki øðrvísi enn áður. Hevði eg ikki viljað vunnið valið, hevði eg heldur ikki latið meg stillað upp.

Meiri sjónligur
Sakaris Zacharissen dylur ikki fyri, at formansposturin í Føroya Fiskimannafelag hevði passað honum væl.
- Eg haldi, at Jan er ein fittur maður, men eg fýlist á, at ov lítið hevur verið at hoyrt til hansara - í talu og skrift. Tað hevur eftir mínum tykki verið eitt alvorligt handikapp. Tað er serliga um miðlarnar, at limirnir hoyra frá felagnum.
Sakaris heldur eisini, at meiri kundi verið gjørt fyri at samansjóða limirnar, eisini í frítíðini.
- Tíðirnar eru so nógv broyttar, og fakfelagsarbeiði er eisini so nógv broytt. Umframt hýruprosentir og umstøður umborð snýr arbeiði seg so sanniliga eisini um eftirløn og samanhald millum fiskimenn.

Undir einum hatti
Eitt av hjartamálunum hjá Sakarisi Zachariassen er at savna allar føroyskar fiskimenn undir hattin hjá Føroya Fiskimannafelag.
- Limatalið er nógv minkað seinnu árini, og er nakað sum helst til hindurs fyri, at føroyingar, sum fiska í øðrum londum, eisini eru limir í fiskimannafelagnum? Eg havi sjálvur siglt við eitt nú norðmonnum og íslendingum, og eg havi kent meg einsamallan, tí eg at kalla einki visti um felagið, eg var limur í.
Sakaris sigur, at sjálvandi skulu føroyskir fiskimenn, sum sigla við útlendskum skipum, ikki ganga uttan um feløgini í viðkomandi landi, men tað hevði eftir hansara tykki bæði verið ein styrki og ein tryggleiki, at menn, sum koma út fyri einum ella øðrum, kundu vent sær til Føroya Fiskimannafelag, sum síðan tók sær av málinum.
- Hetta hevði eisini gjørt, at felagið hjá okkum var nógv størri og soleiðis eisini sterkari, leggur hann aftrat.

Eingin blacklisti
Fyri eini tíð síðan setti Føroya Fiskimannafelag nøkur skip á ein sonevndan svartalista. Hetta líkar ikki valevninum, sum nú bjóðar Jan og Grími av.
- Nei, eg haldi, at felagið heldur skuldi havt ein positivan lista, tí tað eru ivaleyst eini 90-95% av reiðarunum, sum halda gjørdar sáttmálar og hava tingini í lagi. Hetta hevði eisini gjørt tað at sigla meiri positivt og konstruktivt.
Í grein, sum Sakaris skrivaði herfyri, helt hann, at saknur er í einum reiðarafelag sum felags mótparti - ella viðleikara - fyri at hava skipaði viðurskifti á manningarøkinum.
Hann vísti á, at tað ikki er rætti vegurin at fara, tá sáttmálar vera gjørdir við bryggjukantin millum felag og manningar, sum hann tók til.

Prógv á borðið
- Eg haldi eisini, at Jan Højgaard ov ofta hevur reist illgruna um ymisk viðurskifti uttan at hava prógvini á borðinum. Tað fyrsta, sum felagið noyðist at gera, tá slíkt verður ført fram, er at hava prógvini fyri møguligum óreglusemi, sigur Sakaris Zachariassen, sum sigur seg vera spentan til útfallið av valinum.