Allir fingu spælitíð

Allir tríggir føroysku landsliðsleikararnir í Íslandi fingu í kvøld spælitíð

Eitt umfar hevur verið leikt í bestu íslendsku deildini í kvøld, har teir tríggir føroysku landsliðsleikararnir, Gunnar Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad og Kaj Leo í Bartalsstovu spæla til dagligt.

 

Felags fyri allar tríggjar føroyingarnir sum dagliga spæla í Íslandi var, at allir komu á vøllin í kvøld fyri teirra feløg.

 

Heldur sjáldsamt var, at bæði Sonni Ragnar Nattestad og Kaj Leo í Bartalsstovu í kvøld á fyrsta sinni spældu fyri teirra nýggju feløg.

 

Sonni Ragnar Nattestad spældi allar 90 minuttirnar í miðverjuni hjá Fylkir, sum spældi 1-1 javnleik á útivølli móti Breiðabliki. Talan var um kærkomið stig hjá Fylkir, tí talan var um eitt av betru liðunum í deildini sum teir í kvøld møttu á útivølli. Á stigatalvuni liggur Breiðablik nummar fýra á stigatalvuni, meðan Fylkir liggur nummar 11, sum er næstaftast.

 

Á liðnum hjá FH í kvøld spældi Gunnar Nielsen sum vant allar 90 minuttirnar í málinum hjá FH. Í tí dystinum fekk nýggi leikarin hjá FH, Kaj Leo í Bartalsstovu, í kvøld eisini debut. Hann var innskiftur í 84’inda minutti, tá FH í kvøld vann 3-1 á útivølli móti ÍA av Akranesi.

 

Sum støðan sær út, stevnir FH tí beint ímóti at endurvinna íslendska meistaraheitið. Teir eru í løtuni fimm stig frammanfyri Fjølnir og Stjarnuna, sum liggja sum ávikavist nummar tvey og trý. Har hevur Stjarnan tó spælt ein dyst færri enn FH, og kunnu tí minka munin niður í tvey stig, um teir vinna dystin móti Víkingi í annaðkvøld.

 

Hjá Fylkir er eitt glopp upp til at vera røttu megin niðurflytingarstrikuna. Fylkir hevur fimm stig upp til ÍBV, sum er triðniðasta liðið í deildini.