Í Georgia hava allir fangavørðarnir í landsins fongslum fingið sekkin í morgun, eftir at ein sjónbandsupptøka hevur avdúkað, at fangarnir verða illa viðfarnir í fongslunum. Sum eina fyribilsloysn hevur forsetin sett løgreglumenn at arbeiða sum fangavørðar.
Sjónbandsupptøkurnar vórðu vístar í sjónvarpinum í gjárkvøldið, og tær hava fingið øði í fólkið, skriva tíðindastovurnar.Beint aftan á sendingina í gjárkvøldið tustu fólk í túsundatali út á gøturnar at mótmæla, og summi hava mótmælt alla nátt og kravt, at myndugleikarnir tóku neyðug stig, og at fangavørðarnir verða revsaðir.
Georgiski forsetin, Mikhail Saakashvili, kunngjørdi í morgun, at allir fangavørðar landsins eru sagdir úr starvi. Hann lovaði samstundis at kanna málið út í æsir og at tryggja, at mannarættindini verða hildin í fongslunum.