Allir føroyingar høvi til at syngja við Ettu Cameron

Allir føroyingar hava í hesum døgum høvi til heilt ókeypis at syngja við kendu gospelkvinnuni Ettu Cameron. Tað er Norðurlandahúsið og altjóða hjálparfelagsskapurin ADRA, ið saman við Sigrið Rasmussen og United Voices bjóða til sangskeið, har úrslitið verður ein konsert saman við sjálvari Ettu

Tá ið Etta Cameron leygarkvøldið fer at syngja í Norðurlandahúsinum verður tað við stórum kóri aftanfyri seg. Kórið verður mannað av heilt vanligum sangáhugaðum føroyingum, ið fram til kvinnudagin hava høvi til at melda seg til sangskeið. Og hetta tykist tað at verða stórur áhugi fyri, tí sum nú er hava 60 fólk meldað seg til. Tað er kenda føroyska sangarinnan Sigrið Rasmussen, ið er samskiparin fyri sangskeiðnum.
-Eg haldi hetta er eitt sera spennandi tiltak. Hóast eg ongantíð havi hitt Ettu Cameron, so hevur mær altíð dámt væl rødd hennara, og eg havi hoyrt, at hon er ein áhugaverd kvinna, sigur Sigrið Rasmussen.
Umframt Sigrið, so verður Etta sjálv ein partur av sangskeiðnum, og hon kemur við nøkrum sangum, ið ikki hava verið so nógv at hoyrt í Føroyum fyrr.
-Eg má viðganga, at eg ikki kenni allar sangirnar, ið Etta kemur við, men tað er tí ein hevur eitt sangskeið, soleiðis at ein lærur sangirnar. Hetta verður ein blandað skrá, har eisini ymsir slagarar vera á skránni, so hetta verður avgjørt ein spennandi og fjølbroytt konsert, sigur Sigrið Rasmussen.

Peningurin fer til flóttafólk í Congo
Allur peningurin sum kemur inn til konsertirnar við Ettu í Føroyum fer beinleiðis til flóttafólk í Congo. Tað er altjóða hjálparfelagsskapurin ADRA, ið skipar fyri. Størsta tiltakið ADRA er farið undir, er at byggja hús til flóttafólk, ið ikki kunnu venda heim aftur. Eitt hús kostar ikki meira enn 3200 krónur, og tað eru rættiliga nógvir føroyingar, ið longu hava latið eitt hús til flóttafólkini.
-Vit hava longu bygt yvir 1200 hús í Burundi, og tað var nærmast kapping um at lata pening til húsini. Nú eru vit farin í holtur við at lata hús til flóttafólk í Congo, og tað eru nógv, ið viljað latað pening. Og føroyingar halda seg ikki aftur. Millum annað helt eg framsýning á Torginum í SMS um vatn, og har kom ein føroyingur og gav mær 100.000 krónur í hondina til hjálpararbeiði við vatni, sigur aðalskrivarin í ADRA Lehnart Falk.
Hartil vísur hann á, at Etta Cameron, ið nú nærkast teimum 70, er heilt ótroyttilig, tá ið tað kemur til at hjálpa øðrum.
-Etta Cameron hevur mangan hildið konsertir fyri okkum, og hon hevur ongantíð kravt nakað afturfyri. Hon er ótroyttilig, tá ið tað kemur til at hjálpa øðrum, sigur Lehnart Falk, ið hevur eitt tætt tilknýti til Føroyar, tí hann hevur arbeitt sum prestur her í 20 ár.

Øll kunnu hjálpa
Tað er ikki bara við húsum, at ADRA roynur at hjálpa. Eitt nú hava tey fólk í økjum, har flóttafólk venda heim aftur til.
-Her kann ofta standast ósemja burturúr. Tí onkur hevur tikið jørðina, ið flóttafólkið átti, og so kann væl koma bardagi burturúr. Tí senda vit ikki bara pening, men eisini semingsfólk til staðið, sigur Lehnart Falk.
Øll, ið fara á konsertirnar um vikuskiftið, hava møguleika til at keypa eitt hús til flóttafólk. Men Lehnart vísur á, at øll kunnu lata okkurt.
-Vit vilja hjálpa allari verðini eitt lív í senn. Og ein hundraðkrónu seðil røkkur langt, so allar gávur eru vælkomnar, sigur Lehnart Falk.
Umframt konsertina í Norðurlandahúsinum í Havn leygarkvøldið, so fer Etta at framføra í Mentanarhúsinum í Fuglafirði saman við kórinum Vox sunnukvøldið. Áhugin er rættiliga stórur til tiltakið í Norðurlandahúsinum. Heili 210 atgongumerki eru longu seld. Men fólk hava enn møguleikan til at ogna sær eitt atgongumerki, eitt nú á www.nlh.fo.