Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur nú sent boð eftir spælarnum, sum hann vil hava við til EM-dystin ímóti Skotlandi í Glasgow 2. september.
Allir spælararnir, sum vóru við í hópinum til dystin ímóti Georgia í síðstu viku, eru tiknir út aftur til dystin hesaferð, og harvið staðfestir landsliðsvenjarin, at hann hevur álit á sínum monnum, hóast stóra tapið seinast.
Umframt teir 18 frá seinasta dystinum, hevur Jógvan Martin eisini tikið Julian Johnsson út til landsliðið aftur. Julian hevur verið burtur frá landsliðnum í eitt ár, tí hann hevur havt álvarsaman knæskaða, men hann er komin væl fyri seg aftur og er nú eisini aftur á landsliðnum.
Landsliðið til dystin ímóti Skotlandi sær soleiðis út: Jákup Mikkelsen B36, Meinhardt Joensen KÍ, Óli Johannesen TB, Atli Danielsen KÍ, Janus Joensen HB, Jákup á Borg HB, Vagnur Mortensen HB, Fróði Benjaminsen B36, Kári Nielsen HB, Pauli G. Hansen Skála, Claus Bech Jørgensen Coventry, Bárður Olsen EB/Streymur, Hanus Thorleifsson B36, Hans Pauli Samuelsen EB/Streymur, Símun Samuelsen Keflavík, Christian Høgni Jacobsen NSÍ, Rógvi Jacobsen HB
og Jónhard Frederiksberg Skála.