– Men eg haldi allíkavæl ikki, at vit skulu vera so øgiliga keddir, tí tað hevði nokk verið eitt sindur órættvíst, um vit skuldu vunnið, tí SÍ hevur havt støðugt spæl allan vetur. Vit fóru eftir kjansinum, sum ikki var so stórur, so eg vil heldur siga, at vit hava vunnið silvur, enn at vit hava mist gull.
Hópurin hjá Mjølni hevur verið heldur breiðari í vetur, enn hann var eitt nú síðsta vetur, og tað hevur gjørt tað hugaligari hjá monnunumn í Klaksvík.
– Vit hava havt fleiri spælarar við í vetur, samanborið við síðsta vetur, og tað er ótrúliga gott. Tað ber ikki til at enda við einum silvurheiðursmerki, so eg vænti ikki, at nakar av okkum gevst, sigur Thorvald.
– Hetta er annars nøkulunda sama liðið, vit hava havt síðstu trý árini, men í ár hevur SÍ verið gott og í fjør var tað ÍF og so aftur SÍ. Kanska er tað tað, at vit ikki hava verið nóg kaldir í avgerandi løtunum.
hilmarjan@sosialurin.fo