Allir dumpaðu

Fyri jól dumpaði helvtin av skipsføraranæmingunum í uppgávuni í skipstøkni. Fyri fyrstu ferð í søgu skúlans sluppu næmingarnir upp til nýggja roynd, og aftur dumpaðu allir

Hvat bagir skipsføraraútbúgvini á Vinnuháskúlanum?
Hesin spurningur brýtist inni í høvdunum á næmingunum, lærarunum og teimum, sum í Mentamálaráðnum vara av útbúgvingini.
Fyri jól vóru næmingar á skipsføraraútbúgvingini á Vinnuháskúlanum til próvtøku, og helvtin av næmingunum dumpaðu í lærigreinini skipstøkni.
Teir kærdu uppgávuna til Mentamálaráðið, sum gav næmingunum viðhald í, at upgávan gekk út um pensumið.

Nýggj roynd
Fríggjadagin 11. mars var nýggj próvtøka í skipstøkni við 13 næmingum.
Allir dumpaðu.
- Tað má hava verið tí, at teir dugdu ov lítið, sigur Petur Hans Dahl, varaskúlastjóri á Vinnuháskúlanum. Hann hevur tó hoyrt onkran siga, at uppgávan var ov long.
Hetta er fyrstu ferð, at umroynd hevur verið á Vinnuháskúlanum.
Tríggir av teimum 13 næmingunum hava bara skipstøkni eftir. Hinir hava nakrar lærugreinir aftrat, sum teir skulu fylgja fram til í summar.



Kanska fleiri orsøkir
Næmingarnir eru ørkymlaðir. Sosialurin hevur tosað við onkran teirra, sum sigur, at teir allir hava gjørt nógv við skúlan, og frammanundan ivaðust teir ikki í, at teir fóru at standa royndina. Summir halda, at uppgávan var ov long, og so tosa teir um, at okkurt man hava verið galið við undirvísingini, tí viðhvørt hendir tað, at fleiri dumpa, og í øðrum flokkum eru allir komnir ígjøgnum. Eitt sjónarmið er, at teir hava ov fáar tímar í skipstøkni, sum er torførasta lærugreinin í útbúgvingini.
Eingin næmingur hevur hug enn at gera viðmerking til vánaliga úrslitið í skipstøkni.