Magnús Geir Þórðarson, sum júst er settur sum stjóri í íslendska kringvarpinum, kom í morgun á fund við starvsfólkið við boðum um, at allir teir níggju deildarstjórarnir á stovninum verða sagdir úr starvi.
Boðini komu dagin eftir, at tað kom fram, at kringvarpið hevur havt meiri enn 14 milliónir krónur í okkara pengum í halli seks teir fyrstu mánaðanar av rakstrarárinum.
Millum teir níggju deildarstjórarnar, sum verða sagdir úr starvi, eru sjónvarpsstjórin, tíðindastjórin og fíggjarstjórin. Teir og hinir seks hava tó fingið at vita, at teir kunnu søkja av nýggjum.
Umframt uppsagnirnar hevur Magnús Geir Þórðarson boðað frá umfatandi broytingum í bygnaðinum í kringvarpinum.