Allir bilar kunnu rusta

Føroya Oljusøla við Marner við Skipá í Hoyvík hevði í vikuni vitjan av norska Thomas Bull Enger, sum býr í Norra, men arbeiðir fyri Auson AB í Svøríki, sum framleiðir Mercasol rustverju.

Thomas hevur áður verið í Føroyum og kennir til føroysk viðurskifti. Hann sigur, at tað hevur stóran týding í okkara verðurlag, at bilarnir eru væl rustviðgjørdir.


Thomas undirvísti starvsfólkum í bilbransjuni um ymiskt nýtt sum er komið fram í sambandi við rustviðgerð av bilum. Hann legði eisini dent á, at bileigarar sjálvir lesa hvat stendur í instruktiónsbókini um hvat garantiið dekkar. Hóast bilurin hevur 12 ára gjøgnumteringsgaranti, kann tað t.d standa í instruktiónsbókini, at garantiið ikki dekkar skaðar av salti, so eigarin hevur eisini ábyrgd av sínum bili hvat rusti viðvíkur.