Poul Michelsen koyrir í einum diesel-drivnum Mercedes-Benz E200, sum er frá juli í 2012. Men, hugsar landsstýrismaðurin um eina grønari loysn á sínari koyring í framtíðini?
- Jú, eg fari at finna eina grønari loysn. Ein el-bilur er mest sannlíkt loysnin, men spurningurin er bara, hvussu fyllingarnar verða gjørdar, og hvussu langt tær røkka.
Nær væntar tú, at allir persónbilar í Føroyum eru el-bilar?
- Eg vænti, tað verður innan tey næstu árini, at nógv tann størsti parturin av bilunum í Føroyum eru el-bilar. Verður tekniska loysnin góð, vænti eg, at allir bilar í Føroyum verða grønir um 10 ár, sigur Poul Michelsen.