Allir B36 spælararnir eru frískir

Sum støðan er í løtuni forðar einki fyri, at árstalsfelagið í næstu viku fer suður til Gibraltar at spæla

Tað eru í kvøld góð tíðindi at frætta frá B36.

Í tíðindaskrivi verður í kvøld boðað frá, at allir spælararnir eru frískir og harvið ikki raktir av koronu. B36 sigur soleiðis íkvøld:

Sum kunnugt varð ein í leiðarahópinum hjá felagnum testaður positivur fyri koronu.  Tí bleiv allur hópurin kring Betri-liðnum hjá felagnum testaður aftur í dag, og tíbetur vóru ikki fleiri tilburðir staðfestir.

Allur hópurin var í sjálvbodnum sóttarhaldi, til eitt svar uppá testina í dag var greitt. Vit hava samskift við landslæknan aftur í kvøld, og niðurstøðan hjá landslæknanum var, at umstøðurnar kring tilburðin vóru av tílíkum slag, at hópurin ikki er settur í sóttarhald.

Vit kunnu tí halda fram við fyrireikingunum til EL-dyst okkara, og felagið fer at testa allar spælararnar aftur fríggjadagin og mánadagin. Fyri at binda um heilan fingur, verður eingin venjing, fyrr enn vit hava fingið svar upp á testirnar, sum verða tiknir fríggjamorgunin, sigur B36 í tíðindaskrivi fyri lítlari løtu síðani.